Lógir - Bygdasøvn ![]()
|
LØGTINGSLÓG NR. 17 FRÁ 9. MAI 1972 UM
BYGDASØVN VIÐ MENTUNARSØGULIGUM TÝDNINGI/OM KULTURHISTORISKE LOKALMUSEER, SUM
BROYTT VIÐ LØGTINGSLÓG NR. 88 FRÁ 17. JULI 1986. Lagtingslov nr. 17 af 09.05.1972 Nr. 17 9. mai 1972 § 1. Bygdasøvn, sum innan avmarkað
virkisøki reka mentunarsøguligt virksemi sum nevnt í § 2 í løgtingslóg nr. 32
frá 2. mai 1952 um fornminni, kunnu fáa almennan stuðul, tá tey lúka
treytirnar í hesi lóg. 2. stk. 1) Bygdasøvn, sum virka eftir
hesi lóg, kunnu átaka sær innsavnan og varðveitslu av skjølum, myndum, ljóð-
og myndabondum og øðrum tilfari av bygdasøguligum týdningi. 3. stk. 1) Tað er skylda hjá alment stuðlaðum
bygdasavni at halda viðlíka varðar millum bygdir innan virkisøki sítt. Útreiðslur,
sum standast av hesum, verða fult endurgoldnar úr avvarðandi kommunukassa,
sbr. reglugerð frá 29. oktober 1940. § 2. Bygdasavn, sum søkir góðkenning sum
stuðulsøkjandi stovnur, skal senda viðtøkur sínar fyri stovnan og rakstri av
savninum til góðkenningar saman við umsóknini. 2. stk. Í viðtøkunum skal m.a. vera lýst
stjórnarskipan, virkisøki og virksemi savnsins. 3. stk. Kommunustýri, sum veita
bygdasavni studning, hava rætt at góðkenna viðtøkur savnsins og at vera við í
setan av stjórn. § 3. Landsantikvarurin hevur eftirlit við
bygdasøvnum og veitir teimum hjálp og leiðbeining. 2. stk. Stuðulssøkjandi bygdasavn sendir
landsantikvarinum ársroknskap við frágreiðing, byggiætlanir og ætlanir um
keyp av bygningum og jarðføstum fornminnum til fakligar góðkenningar.
Landsantikvarurin sendir landsstýrinum tað til fíggjarligar góðkenningar við
tilráðing síni, áðrenn studningur verður veittur eftir hesi lóg. 3. stk. Gevst eitt bygdasavn við virki sínum
ella fellur í órøkt, ger landsantikvarurin av, hvussu gripir tess skulu varðveitast,
til bygdasavn aftur verður góðkent innan avvarðandi virkisøki, og hvussu
skyldur tess annars skulu røkjast. 4. stk. Fornminni og gripir, sum góðkent
bygdasavn eigur, mugu ikki verða latin av hondum aftur uttan góðkenning. 5. stk. 1) Innsavnan og varðveitsla av
skjølum, bondum o.t. eftir § 1, 2. stk. í hesi lóg, sum bygdasøvn átaka sær,
krevja góðkenning av landsskjalavørðinum, og veitir hesin bygdasøvnunum hjálp
og leiðbeining. Hann hevur eftirlit við søvnunum í tann mun, tey virka sum
skjalasavn. § 4. 1) Landið letur góðkendum
bygdasavni í studningi 60% av rakstrarútreiðslunum.1) 2. stk. Upp í hesar verður roknað: Samsýning
til starvsfólk, keyp av gripum, røkt av fornminnum, hiti, ljós, reingerð,
innbúgv, leiga av høli o.t. ella renta og avskriving av bygningum, savnið
hevur, tá tikið verður við, at landið letur 50% í studningi til keyp ella
bygging av savnshúsum og til keyp av jarðføstum fornminnum og bygningum, ið
kunnu góðtakast sum fornminni. 3. stk. Studningur verður goldin afturút
fyri eitt ár í senn, roknaður eftir góðkendum, grannskoðaðum roknskapi við frágreiðing.
Studningsforskot kann verða veitt, grundað á góðkenda rakstrarætlan. Umsóknir
um studningsforskot verða viðgjørdar sbr. reglurnar í § 3, stk. 2. 4. stk. Rakstrarútreiðslur, sum ikki
koma undir studningsendurgjald, verða hildnar av avvarðandi bygdasavni og
kommunum innan virkisøki savnsins. 5. stk. 1) Dokumenteraðar útreiðslur í
samband við fyrireikingar til stovnseting av bygdasøvnum kunnu verða tiknar
við sum studningsgrundarlag í fyrsta roknskaparári hjá einum bygdasavni ella
einum lokalum fornminnisfelag.1) Endanotur 1) Broytt við Ll. nr. 88 frá 17.07.1986,
sett í gildi 01.01.1986 |