din
 60 Látrið mynd01

Á Látrinum, Eiði

Friðingarskjal
Tekningar 

 60 Látrið mynd02
Poul Joensen (á Látrinum) bygdi húsini. Hann hevði keypt norðaru og eystaru lon av Reynagarði í Havn frá dóttur landkirurgin Schnell í 1818 og tók tær niður í 1821. Av teimum bygdi hann húsini.

Í dagbókauppskriftum hjá Kristoffer Michael Olsen, føddur í Tjørnuvík, stendur m.a.:
 60 Látrið mynd03 15.08.1847: I år er dannebrogsmand Poul Joensens stenhus på Ejde blevet tækket. Han har arbejdet så småt derpå i 10 år; endnu er det ikke værdigt indvendigt.

17.04.1850: I går døde dannebrogsmand Poul Joensen, Ejde, omtrent 78 år gammel. Hans store stenbygning var netop færdig. (Sbrt kirkjubókini doyði Poul Joensen á Látrinum 17.04.1850, 72 ára gamal).
 60 Látrið mynd04 Abbasonur Poul á Látrinum, Jákup Pauli Samuelsen, flutti inn í tann partin av húsunum, sum nevnist Loftið.

Sambært húsasýni í 1907-13 (H. Jones) verður skorsteinurin í gamla køki nkðurtikin og nýggjur settur upp vesturi í stovuni. Høvuðsinngongdin er tann sama.
60 Látrið mynd05 Til 1924 hevur gamli køkur helst verið nýttur sum kamar. Í 1924 innrættar Poul Olsen (oldurabbasonur Poul á Látrinum) miðpartin av húsunum. Í 1930-unum keypir Jørgen Ellingsgaard húsini, uttan tann vestara partin, sum nevnist á Loftinum.
60 Látrið mynd06 Í 1951 verður miðparturin broyttur. Ein hædd verður bygd oman á, kjallarin verður útgrivin, sentralhiti innlagdur, wc og bað, trappan flutt og durur bygdur. Hurðarnar til roykstovuna og spísikamar verða blendaðar.

Látrið hoyrir í dag til Eiðis bygdasavn, er umvælt og í mest møguligan mun ført aftur í gomlu innrættingina.
Savnsbúð
Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni. Les meira


Kaffistova við góðum útsýni
Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Opið er frá 10 til 17. Les meira


Skúlatænastan
Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira


Leita í savninum
“Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira


Framsýningar
Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira


Ársfrágreiðingin 2008
Les meira