55 Ólastova mynd03

Ólastova, Tórshavn

Friðingarskjal
Tekningar 

Ólastova er eitt av teimum gomlu húsunum í Havn, sum bera mansnavn við stovuheitinum afturat. Hon stóð fyrr eitt sindur burturgoymd aftanfyri, men tá tær seinastu havnarbyggingarnar vóru framdar, og neyst, pakkhús og onnur hús vórðu niðurtikin, kom hon at standa í fremstu røð á Kongabrúnni. 


  Kaldmaksmaðurin og timburmaðurin, Daniel Pedersen, føddur 1789, slektaður úr Soylugørðum, keypti í 1825 eina grótgrund fyri 15 ríkisbankadálar. Hann bygdi sær hús á toftina, 6x18 alin. Tann 25. november 1830 giftust Daniel Pedersen við Johanne Johannesdatter í Kaldbaks kirkju. Dánjal umvældi bátar í tí rúmliga kjallaranum, eisini arbeiddi hann við annað vanligt timburarbeiði, harumframt var hann kalsmaður og sýnismaður hjá kongliga handlinum.

Dia í Ólastovu, føddur 1869, arvaði húsini eftir faðirin, Kristian í Áarstovu, sum var inngiftur har. Dia var timburmaður og smíðaði trimpul og kvist á Ólastovu umleið 1895. Dia átti 3 synir, teir vóru Johan Djurhuus, Kristian Djurhuus, løgtings- og løgmaður í fleiri ár, og Martin Djurhuus, sum var postmeistari. 

Tá Dia í Ólastovu doyði í 1949, varð skift soleiðis, at Martin og Kristian áttu Ólastovu í felag. Í 1964 varð Ólastova seld Tryggingarsambandi Føroya, sum í 1986 seldi hana víðari til Føroya Forngripafelag. Felagið hevur umvælt húsini bæði innan og uttan í samstarvi við Føroya Fornminnissavn. Føroya Forngripafelag seldi húsini í 2000.
   
   
Savnsbúð
Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni. Les meira


Kaffistova við góðum útsýni
Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Opið er frá 10 til 17. Les meira


Skúlatænastan
Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira


Leita í savninum
“Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira


Framsýningar
Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira


Ársfrágreiðingin 2008
Les meira