5501 Portugálið 05

Portugálið, Tórshavn

Friðingarskjal
Tekningar 


Portugálið var upprunaliga støðin hjá vaktarkorpsinum í Havn, “Corps de Garde”. Helst av hesum hevur bygningurin fingið sítt løgna navn.
Sambært íristing í suðurskjøldrinum varð Portugálið bygt í 1693, meðan Christan hin 5 var kongur í Danmark og Friederich von Gabel var lensharri hansara í Føroyum.

 5501 Portugálið 02 Umframt at vera vaktarstova, var Portugálið lóðurgoymsla hjá Skansanum, og í kjallaranum var fangatippi. Seinni gjørdust húsini fangahús burturav. Tað sigst, at í tí myrka kjallaranum var hin illa gitni spískisteinur, har brotsmenn kundu verða settir at pínast við loddi á hvørjum fóti. Spískisteinur eri ikki til longur.
Í 1762 varð Portugálið tikið niður til grundina og bygt uppaftur. Óvist er, um talan er um fulla ella bert lutvísa nýbygging. Kanska er tað elsta av tí núverandi bygninginum tí ikki eldri enn so. 

Árið fyri, at skansin varð niðurlagdur sum hernaðarligur stovnur í 1865, varð Portugálið selt á uppboði til týsku handilsfyritøkuna C.F. Siemsen. Miðskeiðis í 1890-árunum átti Johannes Jacobsen, skipsførari, húsini, og í 1898 yvirtók Sam Olsen, keypmaður, tey og umbygdi tey til handil og íbúð. Umleið 1905 fingu húsini tað snið, tey hava í dag. 

Í 1930-árunum skiftu húsini eigara, og tey vórðu innrættað við sjálvstøðugum leiguíbúðum í øllum trimum hæddum. 

Føroya Landsstýri yvirtók seinni ognina, og í 1994-95 vórðu húsini umvæld og innrættað til skrivstovuhølir hjá landsumsitingini. 

Við stínum 300 árum á baki er Portugálið eitt av elstu húsunum í gomlu Havnini, og sum bygningurin stendur í dag við sínum høgu múraðu veggjum og eyðkendu útsjónd sum heild umboðar hann bæði føroyskan byggisið gjøgnum eitt langt tíðarskeið og týðandi partar av føroyskari søgu. 

Umframt tað søguliga er Portugálið vorðið ein partur av skaldsliga umhvørvinum hjá havnarmonnum. Her hildu teir glataðu spælimenninir til í skaldsøguni hjá William Heinesen við sama navni.
   
   
Savnsbúð
Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni. Les meira


Kaffistova við góðum útsýni
Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Opið er frá 10 til 17. Les meira


Skúlatænastan
Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira


Leita í savninum
“Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira


Framsýningar
Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira


Ársfrágreiðingin 2008
Les meira