29 Kálvalíð mynd01

Í Kálvalíð, Miðvági

Friðingarskjal
Tekningar

  Ognin í Kálvalíð var í 1632 løgd aftur at prestagarðinum og seinni, í 1673, gjørd til náðinsgarð til prestaeinkjuna. Til húsini knýta seg sagnir um nakrar av teimum prestaeinkjunum, sum hava verið í Vágum, har tann kendasta man vera Beina, prestakona á Viðareiði og í Vágum.

Húsini, sum nú standa, eru bygd uml. 1800. Húsini frammanundan vóru nógv størri og eina gamal viður frá teimum húsunum varð nýttur til endurreisingina. Fjósið er bygt afturat seinni.

Húsini vórðu høvuðsumvæld í 1952-53. M.a. varð høvuðstekjan dupult-takt, nýggjar skottekjur, fjóstekja, stórviður, og vesturskjøldurin varð klæddur. Í 1967 varð vindeygað í glasstovuni útskift. Í 1974-75 vóru tekjan, stórviðurin og bróstini umvæld. Í 1979 fingu húsini heitluftshitaskipan. Í 1992 fingu húsini stormskaða. Tekjan, grótlaðingin og fjóstekjan vórðu tá umæld.
   
   
Savnsbúð
Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni. Les meira


Kaffistova við góðum útsýni
Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Opið er frá 10 til 17. Les meira


Skúlatænastan
Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira


Leita í savninum
“Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira


Framsýningar
Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira


Ársfrágreiðingin 2008
Les meira