25 Jógvansbreyt mynd03


Á Jógvansbreyt, Húsavík

Friðingarskjal
Tekningar
 

 25 Jógvansbreyt mynd02 Húsini eru bygd umleið 1870-80 við afturatbygging umleið 1890-1900. Bóndin Joen Joensen, ið var vaksin upp á Skarvanesi, hjá morbróðurinum Gutta, lat smíða húsini. Hann varð kallaður Gutta Jogvan eftir morbróðurinum. Sonur hansara, Johannes, búði í húsunum, sum tey eru í dag, líka til umleið 1965.

Poul Johannes úr Klæmintstovu í Dali, sum var dugnaligur bátasmiður, hevur smíðað húsini. Hanus Antoniusen var við sum lærlingur.

Upprunahúsini fevna um roykstovuna og glasstovuna. Gong og tvey kømur eru bygd afturat. Útveggir norðureftir og vestursjøldur eru grótlaðaðir í uppruna húsinum, annars eru húsini úr timbri við flagtekju. Moldgólv er í roykstovuni, onnur gólv eru úr timbri.
 25 Jógvansbreyt mynd01 Føroya Forngripafelag keypti húsini frá Johannes Joensen í 1958 við teimum treytum, at felagið umvælur húsini, og at Johannes Joensen kann búgva í teimum so leingi hann livir. Síðan hann doyði í 1965, hava húsini staðið tóm og verða nýtt sum savn.
   
Savnsbúð
Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni. Les meira


Kaffistova við góðum útsýni
Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Opið er frá 10 til 17. Les meira


Skúlatænastan
Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira


Leita í savninum
“Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira


Framsýningar
Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira


Ársfrágreiðingin 2008
Les meira