 |
Lóggáva
Endamálið við fornminnafriðingarlóggávuni er at tryggja varandi vernd av einum umboðandi úrvali av mentanarminnum. Andin í lógini er, at friðað mentanarminni skulu hava áhuga fyri alt fólkið – sum keldur til kunnleika og sum grundarlag fyri upplivingum, bæði hjá okkum og komandi ættarliðum.
Summi fornminni eru friðað við lóg. Tey verða nevnd jarðfest fornminni. Jarðfest fornminni kunnu t.d. vera bústaðarleivdir, gravstaðir, minnismerki, innskrivtir, skansar og húsatoftir. Eftir lóg um vernd av fornlutum í havinum eru eisini skip og vrak, sum eru eldri enn 100 ár og liggja undir vatni, automatiskt friðað. Lógirnar geva møguleikar fyri, at frítøka frá tí automatisku friðingini kann verða givin.
Um fornminnamyndugleikarnir við støði í fakligum og samfelagsligum metingum meta, at frítøka kann verða loyvd, verða treytir settar fyri kanningum ella útgravingum. Í tílíkum førum verður virðið av mentanarminninum sum kelda til kunnleika varðveitt gjøgnum krav um skjalfesting, gransking og miðlan. Sum kelda til kunnleika vil mentanarminnið í tílíkum førum broyta skap frá at vera fyrstahondskelda til onnurhondskelda. Høvuðsreglan er, at tann, sum ger frítøku frá automatiskari friðing neyðuga, skal bera útreiðslurnar, ið standast av tí, bæði viðvíkjandi skráseting og kanningum ella útgrevstri.
Landsstýrismaðurin við mentamálum hevur við tilmæli frá landsantikvarinum og Fornminnisnevndini heimild til at taka automatiskt friðað mentanarminni úr friðing. Reglugerðir skulu tryggja einsháttaða siðvenju og politikk í sambandi við frítøku av automatiskt friðaðum mentanarminnum.
Fornminnafriðingarlógin veitir heimild fyri at friða onnur mentanarminni við serligum friðingartiltaki. Vanliga skulu tey vera eldri enn 100 ár. Eftir galdandi lóg kann innbúgv bert í serligum førum verða friðað, nevniliga kirkjuinnbúgv.
Ætlanin við friðing er ikki at forða brúki av mentanarminninum. Tí kann frítøka verða loyvd frá friðingarreglunum fyri tiltøk, sum ikki minka munandi um verndarvirðið. Fyri at halda ætlanina við friðingini, má tað, ið friðað er, haldast í góðum standi gjøgnum støðugt viðlíkahald.
Fornminnafriðing er fyriskipað við Løgtingslóg nr. 19 frá 1948. Landsantikvarurin/Føroya Fornminnissavn umsita fornminnafriðing í Føroyum.
Jarðføst fornminni eru automatiskt friðað. Um komið verður fram á jarðføst fornminni, skal arbeiðið beinan vegin steðga og Føroya Fornminnissavn verða fráboðað.
Bygningar verða friðaðir av landsstýrismanninum við mentamálum eftir tilmæli frá Fornminnisnevndini. Í Fornminnisnevndini sita landsantikvarurin, ein lógkønur og ein byggikønur.
Vernd av fornlutum í føroyskum sjóøki er skipað við Løgtingslóg nr. 92 frá 2004.
|