Blásastova, Norðragøta


Stuðul


Ein ánari fær ikki endurgjald, tá ið ein bygningur verður friðaður, sjálvt um hetta kann geva honum eyka útreiðslur. 

Ánarar av friðaðum bygningum kunnu sambært fornminnalógini søkja um stuðul til øktar útreiðslur, ið standast av viðlíkahaldsskylduni. Stuðulin kann vera fíggjarligt ískoyti, gamalt byggitilfar ella sakkøn hjálp. 

Landsantikvarurin hevur í løtuni 400.000 kr. um árið til stuðulsveiting. Stuðul verður ikki latin til modernisering av bygningum, t.d. hitaskipan, innrætting av nýggjum køki ella líknandi.

Ynskir ánarin at ríva friðaðan bygning niður, skal hann 3 mánaðir frammanundan geva fornminnamyndugleikunum boð um tað. Halda teir, at bygningurin er verdur at varðveita, kann tað landsstýrið gera tiltak til at ogna hinum almenna hann.

Varðveitingarkunngerð merkir, at ánarin frásigur sær rættin til at krevja, at landið yvirtekur friðaða bygningin, um Fornminnamyndugleikarnir seinni vísa burtur umsókn um at ríva hann. Ein varðveitingarkunngerð kann ikki verða tinglýst fyrr enn sjálv friðingin er tinglýst.

   
   
   
Savnsbúð
Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni. Les meira


Kaffistova við góðum útsýni
Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Les meira


Skúlatænastan
Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira


Leita í savninum
“Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira


Framsýningar
Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira


Ársfrágreiðingin 2008
Les meira