á Gadd


Loyvi

Øll arbeiði í friðaðum bygningum, sum ganga út um vanligt viðlíkahald, krevja loyvi frá landsantikvarinum. Hetta er fyri at tryggja, at friðingarvirðini í bygninginum verða vird í sambandi við viðlíkahaldsarbeiðið.

Tað krevur t.d. loyvi at broyta lit, leggja eina tekju um, at skifta eitt vindeyga, at skifta eina hurð ella at umleggja eitt tún. Tað krevur eisini loyvi at taka burtur ella broyta naglafast innbúgv so sum skilarúm, bróstavið, flísar ella ovnar. Heldur ikki er loyvt at endurbyggja eitt forfallið skilarúm uttan loyvi, sjálvt um sami arbeiðsháttur verður nýttur sum upprunaliga. Heldur ikki er loyvt at umbyggja ella nýinnrætta køk og baðirúm uttan loyvi.

Alt hetta og nógv annað krevur loyvi. Er ein i iva, um loyvi krevst, er ein vælkomin at spyrja seg fyri á Føroya Fornminnissavni.

Ikki er loyvt at byrja arbeiðið, fyrr enn loyvi eru fingin. Ánari av einum friðaðum bygningi kann søkja um fíggjarligan stuðul til umvælingararbeiði.

   
   
   
Savnsbúð
Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni. Les meira


Kaffistova við góðum útsýni
Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Les meira


Skúlatænastan
Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira


Leita í savninum
“Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira


Framsýningar
Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira


Ársfrágreiðingin 2008
Les meira