|
Viðlíkahald av bygninginum
Um væl verður ansað eftir, kann ein bygningur halda í mong hundrað ár og kanska meir. Men neyðugt er, at hann støðugt verður viðlíkahildin. Av hesi orsøk verður kravt, at ánarar viðlíkahalda friðaðu bygningar teirra rætt. Tað vil siga, at ein skal velja byggitilfar, ið samsvarar við tað upprunaliga, soleiðis at sermerkini hjá bygninginum verða varðveitt. Sjálvt tey smæstu viðlíkahaldsarbeiðini skulu verða gjørd við virðing fyri teirri handverkstraditión, sum bygningurin umboðar.
Ein friðaður bygningur nýtist ikki at vera illa viðlíkahilidn, hóast hann er merktur av sliti. Eini hús, ið eru ov nógv umvæld, eru í vanda fyri at missa teirra serligu eyðkenni - teirra "sál", eins og sagt verður. Føroya Fornminnissavn veitir ánarum ráðgeving um, hvussu tann rætta javnvágin millum viðlíkahald og ellisdám verður funnin.
Vanliga krevst ikki loyvi til vanligt viðlíkahald. Tað vil siga arbeiði, sum ikki broyta litir, yvirflatur, tilfar, útsjónd og innrætting, og um viðlíkahaldsarbeiðið ikki hevur við sær, at tilfar verður skift út.
Ein kann so statt saktans tjøra húsini, smyrja loftini, umvæla rivur, mála vindeygu ella skifta eina vindskeið, uttan at boða fornminnamyndugleikunum frá. Ein skal bert minnast til at nýta sama tilfar, máling ella mørtil sum tað upprunaliga. Hugtakið viðlíkahald sambært fornminnafriðingarlógini er tí smalri enn í vanligari fatan. Mong arbeiði, sum ánarar og handverkarar meta sum viðlíkahald, krevja loyvi frá Landsantikvarinum.
Er ein í iva, um eitt arbeiði kann metast sum vanligt viðlíkahald ella ikki, kann ein seta seg í samband við Føroya Fornminnissavn.
Ánarar av friðaðum bygningum hava sambært fornminnalógini rætt til stuðul til øktar útreiðslur, ið standast av viðlíkahalds-skylduni.
|