 |
At eiga friðaðan bygning
Mong meta tað sum ein heiður at eiga ella brúka eini friðað hús ella friðaðan bygning. Vanliga hevur ein friðaður bygningum júst tær serligu dygdir, sum gera hann serliga áhugaverdan at eiga ella búgva í.
Men sum ánari ella brúkari av einum friðaðum bygningi umsitur ein eisini ein part av føroyska mentanararvinum. Endamálið við at friða ein byging er jú at varðveita og tryggja mest møguligt av virðunum hjá bygninginum til eftirtíðna. Tí hevur ánarin ella brúkarin eisini skyldu til at halda bygningin í góðum standi. Eisini skal hann hava loyvi frá Landsantikvarinum, um hann vil gera broytingar, bæði innan og uttan. Føroya Fornminnissavn veitir ráð og vegleiðing, soleiðis at ein í sambandi við hesar broytingar fær fakliga ráðgeving um hóskandi tilfar og arbeiðshátt.
Bæði smáar og størri broytingar krevja loyvi, bæði um talan er umlegging av tekju, flyting av einum skilarúmi, uppseting av skeltum uttan og annað. Um ein ger smáar broytingar yvir longri tíð, kann bygningurin lættliga sum frá líður missa tey virði og eyðkenni, sum gjørdu hann friðingarverdan.
Um ólóglig arbeiði eru gjørd í einum friðaðum bygningi, kann Landsantikvarurin krevja, at ánarin førir tað gjørda aftur til tað, sum var, fyri egna rokning. Hetta er eisini galdandi, um tey ólógligu arbeiðini eru gjørd av einum fyrrverandi ánara.
|