Gróthús í Syðrugøtu


Friðaðir bygningar

Ein stórur partur av tí føroyska mentanararvinum eru bygningar, sum byggilistarliga og mentanarliga boða frá ymiskum tíðarskeiðum í søgu okkara. Vit friða teir bestu av teimum fyri at tryggja, at teir í størst møguligan mun vera varðveittir eins og teir vóru - til gleði fyri okkum og komandi ættarlið.

Tað eru ikki einans teir glæsiligastu bygningarnar, sum vit friða. Vit friða eisini vanlig hús, hús hjá ymiskum samfelagsbólkum, skúlar, ídnaðarbygningar, kirkjur, ja eisini smáar einfaldar bygningar so sum gróthús, hjallar o.s.fr. Og tað kunnu eisini vera eldri sum yngri bygningar. Friðaðir bygningar hava tað til felags, at teir umboða tað besta ella tað mest eyðkenda fyri teirra slag og tíðarskeið, og at teir hava týdning fyri tjóðarsøgu okkara.

Landsantikvarurin/Føroya Fornminnissavn varða av teimum friðaðu bygningunum. Landsantikvarurin skal eisini finna nýggj evni at friða. Eisini skal hann avlýsa friðingar, sum ikki longur eru viðkomandi, og harumframt taka støðu til øll sløg av broytingum í friðaðum bygningum, íroknað umvælingar og endurbyggingar - sjálvt broytingar í skelting á einum bygningi. 

Lógargrundarlagið hjá landsantikvarinum at arbeiða við friðaðum bygningum er løgtingslóg 19/1948 um friðing av jarðføstum fornminnum og bygningum. Arbeiðið við friðaðum bygningum er savnað hjá Bygningaantikvarisku deildini hjá Føroya Fornminnissavni.

Landsantikvarurin skal ráðføra seg við Fornminnisnevndina í sambandi við bygningafriðing. Fornminnisnevndin er ein tilmælandi nevnd hjá landsstýrismanninum við mentamálum, sum hevur evstu ábyrgd í friðingarmálum.

   
   
   
Savnsbúð
Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni. Les meira


Kaffistova við góðum útsýni
Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Les meira


Skúlatænastan
Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira


Leita í savninum
“Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira


Framsýningar
Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira


Ársfrágreiðingin 2008
Les meira