Fornminnaøki Fornminniøki

Í sambandi við planlegging av lendi eiga tey, ið standa fyri hesum, t.d. kommunalir myndugleikar, at spyrja seg fyri hjá Føroya Fornminnissavni so tíðliga í tilgongdini sum gjørligt, um væntast kann, at jarðføst fornminni eru í økinum. Fornminnissavnið hevur greiði á, hvar væntandi er, at jarðfest fornminni eru.

Fornminnissavnið er í ferð við at gera kort yvir áhugaverd støð í fornfrøðiligum høpi, t.e. hvar fornminni væntandi eru. Hesi støð eru ikki friðað, men eiga at verða spard. Beinan vegin sum eitt fornminni, sum hevur verið fjalt, verður funnið, er tað friðað við lóg.

Kortleggingin skal gera tað lætt hjá byggimyndugleikum og øðrum at skyna á, hvar fornminni eru, soleiðis at teir tíðliga í eini byggitilgongd síggja, um eitt øki hevur serligan fornfrøðiligan týdning ella ikki. Við skipanini fæst møguleiki fyri at staðseta bygging soleiðis, at hon ikki verður til bága fyri fornfrøðiliga viðkvom øki. Endamálið er at sleppa undan óneyðugum seinkanum í byggivirksemi og rokningum fyri møguligar fornfrøðiligar kanningar.

At eitt øki at síggja til er tómt fyri fornminni, er kortini eingin trygd fyri, at fornminni ikki eru í økinum. Tað kann einans ein forkanning greiða.

Setið tykkum í samband við Føroya Fornminnissavn, um spurningar ella ivamál eru í sambandi við byggiplanlegging ella annað hesum viðvíkjandi.

Savnsbúð
Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni. Les meira


Kaffistova við góðum útsýni
Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Les meira


Skúlatænastan
Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira


Leita í savninum
“Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira


Framsýningar
Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira


Ársfrágreiðingin 2008
Les meira