![]() |
Viðlíkahald av fornminni Mong fornminni, sum eru friðað við lóg, krevja viðlíkahald fyri at verða varðveitt. Hetta er t.d. galdandi fyri Múrin og onnur miðalarminni í Kirkjubø eins og Havnar Skansa. Eitt fornminni minnir ikki um serliga nógv, um tað ikki trínur fram á ein hátt, at tað megnar at lýsa søguna. Viðlíkahaldið er neyðugt fyri at vitjandi kunnu ferðast trygt, og eisini fyri at komandi ættarlið kunnu uppliva fornminnini eins og vit. Fornminni, ið eru friðað við lóg, og sum eru í almennari ogn, verða viðlíkahildin av tí almenna. Føroya Fornminnissavn skipar fyri viðlíkahaldi av fornminnum, sum eru í almennari ogn, og eisini fornminnum í privatari ogn, sum hava almenna atgongd. Avtalur um viðlíkahald: Kvívík: Niðri á Toft Sandavágur: Innanfyri Heygagerði Leirvík: Á Toftanesi |
Savnsbúð Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni. Les meira Kaffistova við góðum útsýni Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Les meira Skúlatænastan Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira Leita í savninum “Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira Framsýningar Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira Ársfrágreiðingin 2008 Les meira |



