Eyðanstovuskipið í Sandavági Fornminni í havinum

Vrak og aðrir lutir við fornfrøðiligum, mentanarligum ella søguligum virði, sum eru eldri enn 100 ár, eru friðað fornminni sambært løgtingslóg nr. 92/2004 um fornlutir í havinum. 

Fornlutur í havinum frá fjøru og út til 24 fjórðingar frá grundlinjunum eru ogn landsins. Undantikið hesum er lutur, sum ognarrættur verður prógvaður til. Føroya Fornminnissavn er fakligi myndugleikin og skipar fyri fornfrøðiligum kanningum og øðrum kanningum av fornluti í ogn landsins. Føroya Fornminnissavn kann í serligum føri gera frávik frá ásetingini um 100 ára aldursmark. Í ivamálum ger Føroya Fornminnissavn av, hvat er at meta sum fornlutur.

Tann, ið finnur fornlut í havinum frá fjøru og út til 24 fjórðingar frá grundlinjunum, skal beinanvegin boða Føroya Fornminnissavni frá. Verður fornlutur tikin upp, skal hesin beinanvegin latast Føroya Fornminnissavni.

Løgtingslóg um fornlutir í havinum
Savnsbúð
Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni.
Les meira


Kaffistova við góðum útsýni
Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Les meira


Skúlatænastan
Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira


Leita í savninum
“Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira


Framsýningar
Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira


Ársfrágreiðingin 2008
Les meira