![]() |
Fjald fornminni Fornminnalógin ásetir, at øll jarðfest fornminni eru friðað, bæði sjónlig og fjald. Hetta er fyri at tryggja, at vit ikki missa virðismikil fornminni orsakað av byggivirksemi og øðrum arbeiði. Harumframt leggur lógin upp til, at so nógv fornminni sum gjørligt verða verandi óskadd undir mold. Men hon roynir eisini at leggja upp fyri, at byggiverkætlanir verða dýrari og seinkaðar orsakað av, at friðað fornminni knappliga koma undan kavi. Tí um tað hendir, má tann, ið hevur sett arbeiði í verk, rokna við, at hann sjálvur skal fíggja fornfrøðiligu kanningina, ið gerst neyðug. Hesum kan kortini verða lagt upp fyri við í góðari tíð at seta seg í samband við Fornfrøðideildina hjá Føroya Fornminnissavni. Fornfrøðingarnar kunnu kanna søguligar heimildir um økið, har ætlanin er at byggja, upplýsingar um annað er funnið har, og møguliga gera eina forkanning. Við støði í hesum kunnu fornfrøðingarnir gera eina meting av, um sannlíkindi eru fyri, at arbeiðið fer at ávirka eitt fornminni. Síðan eru fleiri møguleikar: 1. Fornminnissavnið metir, at sannlíkindi ikki eru fyri, at byggiharrin fer at renna seg í fornminni. Byggiharrin kann tá halda fram við bygging síni, og um hann kortini skuldi komið fram á fornminni, rindar landið fyri møguligan neyðútgrevstur. 2. Fornminnissavnið metir, at byggiharrin helst fer at renna seg í fornminni undir anleggsarbeiðinum. Byggiharrin kann tá flyta byggivirksemi sítt og harvið varðveita fornminnið. Hann sparir tá útreiðslurnar til ein fornfrøðiligan útgrevstur. Tí um byggiharrin velur, at byggingin skal halda fram kortini, skal hann rinda útreiðslurnar fyri fornfrøðiligu kanningina. 3. Fornminnissavnið er ikki biðið um at meta um økið. Byggiharrin rindar tá fyri fornfrøðiligu kanningarnar, um tað undir byggingini verður komið fram á jarðfast fornminni. Av tí at jarðfest fornminni eru friðað við lóg, fær byggiharrin hvørki í føri 2 ella 3 vissu fyri, at fornminnið verður loyst úr friðing, hóast tað er útgrivið. Tað verður avgjørt av fornminnamyndugleikunum við støði í meting av fornfrøðiligum og samfelagsligum atlitum. Málið er, at byggivirksemi og annað arbeiði í minst møguligan mun órógvar jarðfest fornminni. |
Savnsbúð Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni. Les meira Kaffistova við góðum útsýni Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Les meira Skúlatænastan Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira Leita í savninum “Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira Framsýningar Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira Ársfrágreiðingin 2008 Les meira |



