Jarðfast fornminni


Jarðfest fornminni

Landsantikvarurin/Føroya Fornminnissavn hava ábyrgd av jarðføstum fornminnunum. Tey eru við lóg vard móti týning.

Tey friðaðu fornminnini skulu varðveitast, soleiðis at tey kunnu upplivast og granskast bæði í okkara tíð og um mong hundrað ár. Málið er, at so mong sum gjørligt fáa gleði av hesum fornminnum.

Tey fjaldu fornminnini liggja í jørðini ella í sjónum, og tey kunnu vit av góðum grundum ikki síggja. Fyri at vera vard, skulu tey tí verða kortløgd, eisini fyri at tað skal bera til at finna tey, tá ið tørvur verður á at kanna tey.

Tá ið nýggj fornminni koma undan kavi, t.d. í sambandi við arbeiði, skulu vit taka støðu til, um tað, ið funnið er, skal verða verandi í jørðini sum keldutilfar hjá framtíðar fornfrøðingum, sum uttan iva fara at hava nógv betri møguleikar og arbeiðshættir enn vit. 

Um tað ikki ber til at varðveita eitt fornminni í jørðini, skal tað, ið funnið er, útgravast, og lutir og skjalatilfar í sambandi við rannsóknina fáast í varðveitslu hjá Føroya Fornminnissavni. 

   
   
   
Savnsbúð
Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni. Les meira


Kaffistova við góðum útsýni
Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Les meira


Skúlatænastan
Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira


Leita í savninum
“Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira


Framsýningar
Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira


Ársfrágreiðingin 2008
Les meira