 |
Àrsfrágreiðing 2008
Virksemið á Føroya Fornminnissavni var í 2008 nógv og fjøltáttað. Stovnurin er skipaður í 3. deildir, har tann eina serliga tekur sær av savnindum, framsýningum og goymslum, og hinar av antikvariskum viðurskiftum innan ávikavist fornfrøði og bygningar.
Í 2008 varð hildið fram við stigvísu umskipanini av framsýningini í Brekkutúni. Fyrsta stigið varð tikið veturin 2006‐2007, tá hølini í erva vórðu umskipað, soleiðis at betri møguleikar vórðu fyri at hava tiltøk og bjóða skúlum undirvísingarumstøður. Nakrar íløgur skulu gerast afturat, áðrenn henda umskipan kann sigast at vera heilt liðug. Í sambandi við umskipanina varð eisini nýggj framsýning uppsett um Føroya søgu frá landnáminum til fríhandilstíðina. Stigið, sum varð tikið í 2008, var at seta upp eina nýggja framsýning um siðvenju og brúk í sambandi við føroysk klæði. Ætlanin er at halda fram við menning av framsýningunum komandi árini.
Meginuppgávan hjá Fornfrøðideildini er at taka sær av antikvariskum málum um jarðføst fornminni og gransking í tí sambandi. Jarðføst fornminni eru automatiskt friðað eftir Løgtingslóg nr. 19 frá 1948. Seinastu árini hevur verið arbeitt miðvíst við at skráseta jarðføstu fornminnini, vit kenna, í eina GIS‐skipan, fyri at kommunur og aðrir planleggingarmyndugleikar, gjøgnum teldutøkni, skulu kunna fáa innlit í, hvat friðað er. Við at økja um kunnleikan til fornminnini, verða tey eisini betur vard.
Tvær størri fornfrøðiligar rannsóknir vóru í 2008. Onnur var úti á Toft í Vestmanna og var framhald av rannsókn í 2007 umbiðin av Vestmanna kommunu.
Hin rannsóknin var í kirkjugarðinum heima á Sandi og gjørd sum neyðrannsókn.
Henda rannsókn verður tikin upp aftur í 2009. Harumframt vóru gjørdar smærri fornfrøðiligar kanningar í sambandi við bygging og annleggsarbeiði hjá privatfólki og kommunum.
Meginuppgávan hjá Bygningadeildini er at taka sær av antikvariskum málum um friðaðar bygningar og gransking í tí sambandi. Tá ið alt verður talt við, eru yvir 100 friðaðir bygningar í Føroyum, og eftirlitið krevur støðugt samskifti við og ráðgeving til ánarar. Ein stór verkætlan, sum fór í gongd í 2008, var umvæling av bóndahúsunum í Depli, sum landið eigur. Henda umvæling fer at taka fleiri ár.
Eitt drúgt mál, sum glið fekst á í 2008, er málið um Kirkjubømúrin. Føroya Fornminnissavn hevur síðan 2004, tá ein fyribilsverja varð sett um múrkrúnuna, gjørt ymiskar mátingar, og tá úrslitini fyrilógu, var eisini eitt støði fingið til vega at taka støðu til, hvussu varðveitslan av Múrinum skal skipast. Við atliti at hesum læt Múrnevndin, sum hevði sitið síðan 2001, í samstarvi við Føroya Fornminnissavn, tann 5. november úr hondum álit til landsstýriskvinnuna í mentamálum við tilráðingum sínum. Við hesum sum støði verða nú miðvísar ætlanir lagdar um umvæling og framtíðar verndarskipan kring fornminnini í Kirkjubø sum heild.
Ein týðandi partur av virkseminum hjá Føroya Fornminnissavni er at vera við í altjóða samstarvi, bæði innan gransking, museumsvirksemi og antikvariska fyrisiting. Á granskingarøkinum varð í 2008, eins og undanfarin ár, serliga samstarvað við universitetið í Bradford í sambandi við fornfrøðiligu rannsóknirnar heima á Sandi. Á museumsøkinum er stovnurin við í norðurlendskum og evropeiskum netverkum, bæði við atliti at gransking og miðlan. Eisini er stovnurin við í samstarvi millum fyrisitingarligu leiðslurnar á teimum norðurlendsku tjóðsøvnunum og antikvarisku fyrisitingunum. Føroya Fornminnissavn er limur í donsku deildini av altjóða savnsfelagsskapinum ICOM, sum er ein stovnur undir UNESCO, og virkar eftir leiðreglum hjá altjóða samfelagnum um musealt virksemi.
Bæði antikvariska lóggávan og savnslóggávurnar í Føroyum eru gamlar og tørva endurskoðan. Fornminnalógin er frá 1948, og savnslóggávurnar frá 1952 og 1970. Lógirnar eru ógreiðar í mongum viðurskiftum, m.a. rættindum og skyldum teirra, ið varða av friðaðum ognum, og heldur ikki eru tær nøktandi, tá ið tað snýr seg um ábyrgdarbýtið millum land og kommunur, í sambandi við fyrisiting av mentanarsøguligum umhvørvum. Í 2008 vórðu stig tikin til dagføring av museumsøkinum sum heild, bæði fornminnalóggávuni og savnslóggávuni. Men hóast stórur áhugi er fyri tí úti um landið og nógv sjálvboðið arbeiði verður gjørt, má ásannast, at málsøkið ikki verður raðfest høgt í politisku skipanini. Veruligt glið er tí heldur ikki komið á.
Vón okkara er, at dagføring av museumslóggávu í Føroyum skjótt kemur á politiska dagsskrá.
Andras Mortensen, landsantikvarur
|