Løgtingslóg nr. 32 frá 2. mai 1952 um fornminnisavn/ om fortidsmindesamling, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 9. apríl 1964.
|
§ 1. Í framhaldi av forngripasavninum sum Føroya Forngripafelag hevur sett á stovn og í 1946 hevur givið Føroya Løgtingi, verður gripasavnið at uppihalda sum mentunarstovnur fyri landskassans rokning undir navninum "Føroya fornminnissavn".
Setur stovnsins er í Tórshavn, og starvsøki hansara eru allar Føroyar.
§ 2. Virkievni stovnsins er:
|
1)
|
at skráseta, kanna og hava eftirlit við jarðføstum fornminnum, sum lýst er í løgtingslóg um friðan av føstum fornminnum og byggningum.
|
|
2)
|
at fyrireika og standa fyri útgrevstri av toftum, fornum búplássum og søguligum lendum,
|
|
3)
|
at savna, skráseta og framsýna fornlutir og lutir frá nýggjari tíð, sum lýsa livihátt, starvslíkindi og mentan Føroyinga til ymsar tíðir ella eru knýttar til søguligar hendingar,
|
|
4)
|
at hava í hondum savnan av staðarnøvnum og munnliga goymdum søguminnum og hava hetta tilfar greitt til vitskapliga granskan.
|
§ 3. Til at standa fyri tí í § 2 nevnda starvi setur landsstýrið ein antikvar, sum í sínum dagliga starvi stendur beinleiðis undir landsstýrinum.1)
Annað starvsfólk setur landsstýrið eftir uppskoti frá stjóranum.
§§ 4 og 5.2)
§ 6. Fyri dagliga starvinum á fornminnissavninum skipar landsstýrið við reglugerð.
§ 7. Henda lóg kemur í gildi beinan vegin.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 9. apríl 1964
2) Sett úr gildi við løgtingslóg nr. 54 frá 27. november
|