Løgtingshúsið svart

Føroya Fornminnissavn

Føroya Fornminnissavn skrásetir, kannar og hevur eftirlit við jarðføstum fornminnum. 

Stovnurin fyrireikar og stendur fyri, tá ið toftir og forn búpláss og søgulig lendi verða grivin út. 

Stovnurin er eisini fakligur myndugleiki í sambandi við fornlutir í havinum. 

Stovnurin savnar, skrásetir og sýnir fram fram fornlutir og lutir úr nýggjari tíð, sum lýsa livihátt, starvslíkindi og mentan føroyinga til ymsar tíðir ella eru knýttir til søguligar hendingar.

Mentanararvurin er felags minni

Mentanararvurin er felags minni okkara um samfelag og liviumstøður hjá farnum ættarliðum. Fólk hava allar tíðir sett spor eftir seg í umhvørvinum. Hesi spor kunnu vera amboð, myndir, bygningar og onnur bygging.
 
Hesi spor hava mangan annan týdning fyri okkum, sum liva í dag, enn fyri tey, sum settu tey. Mentanarminnini sýna bæði framhald og broytingar gjøgnum tíðirnar. Tey eru tí støði undir tulkingum og fatanum okkara av fortíðini. Tey eru sostatt við til at gera fatan okkara av egnari tíð og skapan okkara av framtíðini. 

Mentanarminni eru støðugt hótt, bæði av tíðarinnar tonn og broyttum brúki. 

Burturbeina við eini gomul hús, eina toft ella annað úr fortíðini, kann tað samanberast við, at vit skræða eitt blað úr søgubókini. Av teirri orsøk eiga vit at verða samd um, at tjóðminnum skal varðast av, bæði fyri okkara egnu skuld í dag, og fyri tey, sum koma aftan á okkum. 

Føroya Fornminnissavn virkar fyri eini livandi tilgongd hesum viðvíkjandi, har støðugt verður mett um, hvussu varðveiting av menntanararvi kann gerast betri. Savnið virkar eisini fyri, at okkara tíð verður partur av framtíðarinnar mentanararvi.


Savnsbúð
Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni. Les meira


Kaffistova við góðum útsýni
Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Les meira


Skúlatænastan
Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira


Leita í savninum
“Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira


Framsýningar
Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira


Ársfrágreiðingin 2008
Les meira