 |
Dúvugarðar
Sethúsini eru bygd í stigum. Elstu partarnir eru roykstovan, fjósið og smáu rúmini.
Innrættingin í roykstovuni er frá umleið 1820. Eldri roykstova hevur áður staðið á sama staði. Roykstovan var dagliga tilhaldsstaðið í húsunum.
Kring grúgvuna standa íløt til matgerð. Eisini eru amboð til ullarvirking og klædnarøkt, íløt, búnyttur og annað, ið nýtt varð.
|
 |
Í fjósinum
Vóru básar til neyt, kálv og ross. Tarvur varð hildin í felag við grannarnar.
Glasstovan er bygd umleið 1900 ístaðin fyri eina eldri. Glasstovan varð einans nýtt til gestir og sunnu‐ og halgidagar. Eisini var hon kamar hjá bóndafólkunum. Stovan varð hitað upp av bíleggjaraovni frá grúgvuni í roykstovuni.‐unum, varð bygt uppí norðanfyri.
Tilbygningurin, nevndur Prestastovan, hoyrdi ikki til festið, men til ognarpartin. Prestur gisti her, tá ið hann var í Saksun
|
 |
Tilbygningur
Umleið 1750 varð bygt uppí vestan fyri glasstovuna.Tilbygningurin hoyrdi ikki til festið, men var ogn.
Haldhúsini vóru til eldru bóndahjúnini, tá ið yngra ættarliðið hevði tikið við festinum. Tilbygningurin varð bygdur av nýggjum um 1900 og nýinnrættaður í 1939.
Í 1850‐unum, varð bygt uppí norðanfyri. Tilbygningurin, nevndur Prestastovan, hoyrdi ikki til festið, men til ognarpartin. Prestur gisti her, tá ið hann var í Saksun. |
 |
Økið uttanum
Í kjøthjallinum og fiskahjallinum vórðu matvørur goymdar, hongdar upp ella niðursaltaðar.
Dunnur og høsn hildu tey fyri eggini og gæs til matna. Vestanfyri hoygarðin og hoyggjhúsið var hvanngarður. Hvonn var nógv nýtt, bæði í húsarhaldinum og til lekidóm.
Vatn til húsarhaldið varð tikið úr Mataránni. Uppi í løkinum er lítil rund kulla í helluni, nýtt at berja bark í. Bark er rótin av hagaplantuni Børkuvísu, sum m.a. varð nýtt til at barka roð til skógvar. |
 |
Norðari síggjast toftirnar av myllu, bygd miðskeiðis í 19. øld.
Gróthúsið eystanfyri sethúsini var til torv, sum tey skóru og turkaðu í haganum og bóru heim at brenna.
Sornhús var eitt sindur burturfrá orsakað av eldvanda.
Í sornhúsinum turkaðu tey korn yvir torveldi. Í Føroyum hevur altíð verið trupult at fáa kornið turt uttan við eldhita. Í fjøruni er neyst, sum hoyrdi til garðin.
|
|
Savnsbúð
Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni. Les meira
Kaffistova við góðum útsýni
Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Les meira
Skúlatænastan
Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira
Leita í savninum
“Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira
Framsýningar
Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira
|