Brekkutun  batar


Framsýning í Brekkutúni 6 í Tórshavn

Bátasavnið
Hin føroyski báturin er í smíðingarlagi nær skyldur við víkinga-bátar. Hann hevur í túsund ár ment seg og broytt skap, til hann at enda hevur fingið sítt fullkomna og vakra snið, tillagað eftir umstøðunum í Føroyum. Í framsýningini sæst útbúnaður sum snøri, lína, roðklæði umframt eitt sindur um bátasmíð.

 Kvinnur í føroyskum búna


Sjóvinna
Í 1890-árunum fóru føroyingar av álvara at keypa sær skip, serliga sluppir úr Bretlandi og seinni eisini skonnartir, m.a. úr Fraklandi. Sjóvinnusøgan verður lýst við lutum, skipsmodellum og myndum.

Klæði
Úr klædnasøguni verður m.a. lýstur hin føroyski høgtíðarbún-in, sum í dag verður nýttur sum veitsluklæði, á summarstevn-unum og serliga á ólavsøku.
 Brekkutun  merki
Flaggsøgan
Veðrurin var gamalt merki í Føroyum, men seinast í 19. øld kom Tjaldursmerkið afturat. Í 1919 varð núverandi flagg, Merkið, teknað av føroyskum studentum í Keypmannahavn.
 Brekkutun  steinur
Rúnir
At rista rúnir var vanligt í víkingaøld og miðøld. Rúnatekin vórðu rist bæði í grót og trælutir.
 Brekkutun  Madonna


Kirkjusøga
Skurðmyndin av Mariu moy við Jesusbarninum frá uml. 1250 er ein av dýrabaru gripunum á savninum. Hon stóð til 1874 sóknarkirkjuni í Kirkjubø.

Í 2002 vórðu eftir avtalu millum Danmarks Nationalmuseum og Føroya Fornminnissavn nógvir gripir fluttir aftur heim til Føroya, millum annað teir tignarligu Kirkjubøarstólarnir úr 15. øld.

Hoyvík kort  
Savnsbúð
Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni. Les meira


Kaffistova við góðum útsýni
Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Les meira


Skúlatænastan
Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira


Leita í savninum
“Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira


Framsýningar
Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira


Ársfrágreiðingin 2008
Les meira