 |
Hoyvíksgarður, útisavn í Hoyvík
Hoyvíksgarður varð 12 merkur uttangarðs og 18 merkur innangarðs. Garðurin bar 440 áseyðir.
Søgn er, at sethúsini upprunaliga stóðu í Kúrdali, men at bóndin, sum festi í 1722, flutti tey oman hagar, tey nú stand |
 |
Í 1810 varð garðurin býttur í tvey festi, har fútin hevði annað í løn. Fútahúsini stóðu beint eystanfyri hesi húsini og vórðu niðurtikin í 1920, tá tann parturin av garðinum varð gjørdur til royndarstøð.
Í 1810 vóru 10 fólk í húsi hjá bóndanum og 6 fólk hjá uppsitara fútans.
Sethúsini
Sethúsini eru í dag innrættað sum umleið í 1920-unum. Eystari partur av húsunum var í festi, og vestari partur í ogn. Haldhúsini vóru til eldru bóndahjúnini, tá ið yngra ættarliðið hevði tikið við festinum. |
 |
Roykstovan var arbeiðs‐ og uppihaldsrúmið á garðinum. Her varð matur gjørdur, ull virkað, seyður flettur og mangt annað. Her savnaðist fólkið á garðinum um kvøldarnar at siga frá søgum, kvøða og hugna sær.
Úthús og umhvørvi
Fyrst í 1800‐árunum hevði festigarðurin 308 áseyðir,
7 mjólkikýr, 1 fýramannafar og 1 áttamannafar.
|
 |
Uppsitaragarðurin hevði 180 áseyðir, 5 mjólkikýr og
1 fýramannafar.
Úthúsini standa á heimrustini og niðan í geilina, fjós, hjallar, hoyggjhús o.s.fr.
Geilin gongur frá heimrustini niðan gjøgnum bøin. Neytini vórðu rikin gjøgnum geilina niðan í hagan. Í Kúrdali var vatnmylla.
|
|
Savnsbúð
Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni. Les meira
Kaffistova við góðum útsýni
Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Les meira
Skúlatænastan
Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira
Leita í savninum
“Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira
Framsýningar
Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira
Ársfrágreiðingin 2008
Les meira |