 |
20.07.10
Varðveitingararbeiðini upp á Múrin í Kirkjubø halda fram
Tá landsstýriskonan við mentamálum í januar í ár góðkendi álitið, Føroya Fornminnissavn og Múrbólkurin frá 2001 løgdu fyri hana heystið 2008, var vegurin til framtíðar varðveitingararbeiðini viðv. Múrinum í Kirkjubø greiður.
Tó hava kanningar og mátingar av ymiskum slagi verið gjørdar árini frammanundan – tá við serligum atliti at konserveringsspruningum, tekniskum viðurskiftum so sum mørtli og pussi eins og vætu, ið hevur sett inn í múrverkið. Hesi arbeiðini høvdu við sær, at ein fyribils veðurverja varð sett upp á múrarnar. Endamálið við veðurverjuni var, at niðurbrótandi væta ikki framhaldandi setti inn í múrverkið, og at vindurin turkaði múrverkið upp. At veðurverjan hevur virkað sum ætlað, hava mátingar í hesum tíðarskeiði víst.
|
 |
Nú er stundin komin til at denturin verður lagdur á meiri siðsøguligar og byggilistarligar spurningar – spurningar um, hvussu Múrurin er bygdur, hvussu múrverkið er laðað, hvussu staklutrir eru prýddir og um møgulig fordømi fyri byggingini osv. Tí eru í ár settar í verk bygningafornfrøðiligar kanningar av Múrinum.
Farið er undir at kanna sjálvt múrverkið, fyri í fyrstu syftu at fáa skjalprógva, hvat enn er varðveitt av upprunaligum múrverki og fugum, og hvat er sekundert – tvs. hvat av múrverkinum, ið kann verða gjørt sum gamlar umvælingar – kanska longu meðan Múrurin hevur verið í brúki í miðøldini - ella sum úrslit av restaureringsarbeiðum í nýggjari tíð, t.e. 19. og 20. øld. Tá upprunamúrverkið er staðfest, fer at bera til at fáa vitan um, hvussu byggiarbeiðini fóru fram í miðøldini – eitt nú hvørt alt er gjørt um eina leið, ella um arbeiðini eru farin fram so hvørt yvir longri tíðarskeið.
Slíkar bygningafornfrøðiligar kanningar eru ongantíð gjørdar áður av Múrinum. Tí er áhugin fyri og vónirnar til, hvat fer at spyrjast burtur úr hesum kanningum stórur, tí hvat kunnu tær fara at siga okkum um Múrin sum bygningsverk – eitt nú sæð í einum Norðurlendskum og altjóða byggilistarligum høpi?
Sum útgangsstøði fyri hesum kanningum hava vit í ár hava valt at byrja at kanna norðurveggin. Fyrireikandi arbeiðið byrjaði miðjan mei mánaða, og um mánaðarskiftið maj-juni fór abeiðið rættiliga í gongd. Dagliga arbeiðið verður framt av Jónhild Johannessen, arkitekti, sum eitt tíðarskeið varð savnsarkitektur á Fornminnissavninum, og sum seinni hevur gjørt fleiri uppgávur fyri savnið. Eins og áður hava vit leitað okkum ráð og vegleiðing frá serkønum á danska Nationalmuseet, og í hesum parti av varðveitingararbeiðinum samstarva vit eisini við Nidaros Domkirkes Restaureringsarbejder í Noregi. Símun V. Arge, savnvørður og deildarleiðari á Fornminnissavninum, skipar og stendur fyri arbeiðinum.
Ein annar táttur í varðveitingararbeiðinum er at menna konserverandi arbeiðini. Tí varð við byrjan av juli mánaða aftur farið undir royndir við mørtli, framleiddum til hetta serliga høvi, t.d. úr føroyskum tilfari – hetta fyri at finna fram til tann mørtilin, ið mettur verður best egnaður at konservara fugurnar millum laðingargrótið í múrverkinum við. Eisini verður í hesum umfari kanna, hvussu múrkrúnan eigur at verða konserverað. Hesi arbeiði ger fyritøkan Nordisk Konservering í Raadvad norðan fyri Keypmannahavn. Við hesum arbeiðum skal greiða fáast á, hvat tilfar og hvat slag av mørtli, ið eigur at verða nýttur í sambandi við endaligu varðveitingararbeiðini. Arbeiðið verður lagt soleiðis til rættis, at bygningafornfrøðiligu kanningarnar, sum nú eru settar í verk, verða fylgdar upp av konserverandi tiltøkum. Tá hesi arbeiði eru gjørd, fer fyribils veðurverjan so hvørt at verða tikin niður, og múrverkið fer aftur at standa frítt frammi.
Í september skipar Fornminnissasvnið fyri einum seminari fyri innbodnum serfrøðingum, har arbeiðið hetta summarið verður eftirmett, og stungið verður út í kortið viðvíkjandi teimum framhaldandi varðveitingararbeiðunum.
|
| |
|
| |
|
|
Savnsbúð
Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni. Les meira
Kaffistova við góðum útsýni
Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Opið er frá 10 til 17. Les meira
Skúlatænastan
Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira
Leita í savninum
“Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira
Framsýningar
Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira
|