Falkur TG 304


07.06.10
Falkur TG 304

Av teimum tilsamans nítjan modellskipum, sum lógu í hylinum Eiðisdammi hjá Niclas í Koltri, hevur Fornminnissavnið nú fingið tað 12. skipið, Falkur TG 304.

  Tann fyrsta dagin serframsýningin um Niclas í Koltri, ‘Maðurin og báturin’ lat upp tann 28. mai, kom dóttir kollfirðingin Arngrím Petersen við Falkinum. Arngrím kom sum ungur út í Koltur til Elisabeth og Niclas, og Arngrím fekk Falkin. Síðan hevur hann hampa um og sett Falkin í stand. Nú var tíðin komin at fáa Falkin á Fornminnissavnið.
  Sluppin varð bygd í 1886, og æt Silvery Wave. Hon skuldi vera av vakrastu sluppum. Í 1896 kom hon til Tvøroyrar, og fekk nýtt navn. Falkin átti Mortensens Handil, og í 1927 fór hon inn á Hvítanes á Tvøroyri at vera hjá Niels Paula Mortensen – Niels Pauli á Hvítanesi, og hjá soninum Petur Mortensen.

Frá fólki frættist, at modellskipini á framsýningini hava stóran áhuga, og ungfólk koma eisini at síggja Niclas í Koltri.

   
Savnsbúð
Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni. Les meira


Kaffistova við góðum útsýni
Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Opið er frá 10 til 17. Les meira


Skúlatænastan
Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira


Leita í savninum
“Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira


Framsýningar
Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira