Niclas í Koltri

27.05.2010
Maðurin og báturin

Í sambandi við mentanarnáttina 28. mai letur upp ein serframsýning um bátasmiðin Niclas í Koltri. Serframsýningin er í Brekkutúni 6 og stendur uppi til ólavsøku.

Niclas í Koltri (1909-1991) er kendasti bátasmiðurin í nýggjari tíð. Í 2009 vórðu amboð og útgerð hansara latin fornminnissavninum, og eitt úrval av hesum verður nú sýnt fram.

 Kappróðrarbátur
Niclas var framúr góður bátasmiður og smíðaði 360 bátar. Av teimum vóru 75 kappróðrarbátar, og hann eigur heiðurin fyri menningina av hesum serliga og væl umtókta frábrigdinum av tí føroyska bátinum. Niclas smíðaði eisini bátar til útróður, og teir vóru bæði sjógóðir og smidligir.

 
 Niclas í Koltri í USA
Mangan vóru boð eftir Niclasi og bátum hansara, tá ið almennu Føroyar skuldu umboða føroyska mentan í útlondum, millum annað tá ið Benedikta prinsessa giftist, og ferðina til USA í 1976 minnast fólk eisini. Tá smíðaði hann bát í samband við 200 ára hátíðarhaldið hjá sambandsríkinum.

 Skipini í Eiðisdammi í Koltri
Á framsýningini síggjast eisini nøkur modellskip, ið Niclas gjørdi til synirnar. Hesin lítli skipafloti lá í hylinum í Koltri, Eiðisdammi, og mong eru tey, ið hava sæð, ella kanska bara hoyrt um hesi skip.
Savnsbúð
Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni. Les meira


Kaffistova við góðum útsýni
Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Opið er frá 10 til 17. Les meira


Skúlatænastan
Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira


Leita í savninum
“Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira


Framsýningar
Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira


Ársfrágreiðingin 2008
Les meira