Kirkjubømúrurin er vorðin skannaður við nýggjastu tøkni. Hetta er gjørt í sambandi við, at tað í summar verður farið undir bygningafornfrøðiligar kanningar av honum.
Endamálið við skanningunum og bygningafornfrøðiligu kanningunum er at skjalfesta støðuna á múrverkinum, áðrenn farið verður undir sjálva konserveringina av tí. Skanningarnar skulu nýtast sum grundarlag undir neyvum skrásetingum av, hvussu fugurnar hava tað, fyri at leggja til rættis, hvussu tær skulu umvælast uttan at oyðileggja kelduvirðið í tí, sum er varðveitt. Eisini skal kannast, hvat tilfar er gamalt og hvat er nýggjari, hvussu gongdin í nátúrligu niðurbrótingini er í mun til eldri skrásetingar av støðuni, hvar høggmerkir eru og mangt annað, sum hevur týdning fyri søguna og varðveitsluna framyvir.
Skanningin er gjørd av fyritøkuni MOEF í Keypmannahavn, sum fæst við ymisk sløg av talgildum uppmátingum, m.a. av søguligum bygningum. Skanningin av Kirkjubømúrinum var kortini ein serlig avbjóðing, tí hon skuldi gerast uttan at taka fyribilsverjuna, sum varð sett upp í 2004, niður alla sum hon var. Fyribilsverjan má standa uppi til konserveringin er gjørd.
Funnið varð fram til best egnaða skannaran, ið ein fronsk fyritøka átti. Hann var tó í brúki í Australia, men borið varð so í bandi, at hann kundi verða nýttur í Kirkjubø í døgunum 4-6. maj. Longu 11. maj vóru boð eftir honum aftur aðrastaðni úti í heimi.
Fyri at skanna vórðu pláturnar á fyribilsverjuni niðurtiknar, soleiðis at timburgrindin innanfyri stóð frí, og síðan settar upp aftur. Skannað úr ymiskum vinklum og hæddum, soleiðis at eisini teir partarnir av múrverkinum, sum vóru aftanfyri, komu við. Tó síggjast ymsastaðni á skanningunum hvítar strikur eftir timburgrindini, har skannarin ikki er sloppin framat.
Sera stór dátumongd spurdist burtur úr, umleið ein milliard punktir, sum síðan skuldu telduviðgerast og skipast soleiðis, at arbeiðast kann víðari við úrslitunum á vanligum teldum. Tað tók út við tveir mánaðir at savna og telduviðgera dáturnar. Síðan vórðu tær latnar arkitektafyritøkuni Nebel & Olesen at gera tekningatilfar eftir. Um ársskiftið var eftirviðgerðin liðug og tilfarið latið Føroya Fornminnissavni.
Høvi var eisini at skanna tvey av kjallararúmunum í bóndahúsunum, nevnd innari kjallari og myrkastova. Seinastu mongu árini hava tey verið nýtt til goymslu av formsteinum, sum funnir eru gjøgnum tíðina í Kirkjubø og stava úr múrinum ella øðrum miðaldarbygningum har. Í sambandi við skráseting av steinasavninum hevur Føroya Fornminnissavn fingið hesar formsteinar fluttar í onnur høli í Kirkjubø. Kjallararúmini undir bóndahúsunum eru tey einastu miðaldarrúmini, ið vit hava.
3D-uppmátingin av Kirkjubømúrinum og bispagarðskjallaranum hevur ein neyvleika upp á brotpartar av millimetrum. Hon er eitt týðandi amboð fyri skjalfestingina og samanbering við eldri skrásetingar og eisini fyri samanbering av dátum um skyld bygningsverk í grannalondunum. 3D uppmátingin gevur heilt serligt innlit í fornu byggilistina og heilt nýggjar møguleikar til miðlan av fornminnunum í Kirkjubø.
Savnsbúð Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni. Les meira
Kaffistova við góðum útsýni Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Opið er frá 10 til 17. Les meira
Skúlatænastan Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira
Leita í savninum “Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira
Framsýningar Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira