Savnsfagnaður - genta

01.03.2010
Savnsfagnaðurin 2009 í baksýni

Hetta var fyrstu ferð, at Fornminnissavnið rættiliga var við í tiltakinum. Hini søvnini vóru Náttúrugripasavnið/Jarðfeingi, Sjósavnið og Listasavnið. Samstarv var við Landsmiðstøðina og Skúlabókagrunnin. Høvuðsevni var ORKA.

 Savnsfagnaður - Genta í rógvimaskinu Savnsfagnaður fyri børn og vaksin í heystfrítíðini
Opið var mánadagin 12. til fríggjadagin 16. oktober millum kl. 11 og 16. Longu 1 tíma undan upplating var Sjónvarpið á staðnum, og innslagið í Dag og Viku mánakvøldið gav góða umrøðu. Eisini bløðini umrøddu tiltakið. Hetta sást heilt víst aftur í vitjanartølunum.

Tiltakið varð skipað so at umframt ta føstu framsýningina vóru 6 støð sett upp, 2 smáar serframsýningar og 4 verkstøð. Ein serframsýning um ovnar og hita í húsinum, nevnd frá fýrstaði til hitapumpu, var sett upp við síðuna av inngongdini, ein onnur serframsýning um ljós og lampur var sett upp niðurundir aftan fyri trappuna.

3 av róðrarbátunum vóru settir út á goymsluna, tí pláss skuldi vera fyri 3 rógvimaskinum, einum strálandi reyðum Ford Anglia og einum trýfóti við patenttalju, umframt rossavogni og trillubøru.

Savnsfagnaður - fornfrøði Í fornfrøðini varð sett upp eitt grevstrarstað, har børn og vaksin kundi grava í sandkassa og sálda perlur, djórabein og pottabrot. Tey vóru skrásett við navni á finnara. Hvønn dag var ein vinnari funnin við lutakasti, og navnið kunngjørt á heimasíðuni.

Tey kundu eisini royna at píska róma á gamlan máta uttan elektrisitet. Og lítil serframsýning var við ymsum húsarhaldstólum at baka og vaska við. Í skúlastovuni koyrdu nýggju filmarnir, Føroyamyndir 1 og 2 á ljósvørpu.

Ein verkstaður/serframsýning var við ymiskum vektum, har tey vitjandi kundu royna at viga stórt og smátt. Í sambandi við flestu serframsýningarnar vóru hóskandi gamlar myndir hongdar upp, umframt skelting at vísa veg.

Lívligt virksemi var í framsýningin hesar dagar. Nógvar positivar afturmeldingar.

 
 
Savnsfagnaður - hagtøl1
 Savnsfagnaður - børn viga Savnsfagnaður fyri skúlaflokkar
Í viku 43 og viku 44 komu skúlaflokkar á savnsfagnaðin. Flokkarnir møtti hvønn heilan tíma og høvdu uml 45 min í part, áðrenn teir fóru til næsta savnið. Flestu vóru tó væl longur. Ein tími var settur av til flyting millum søvnini. Tíðarætlanin helt heilt væl. Sum heild var stórt nøgdsemi við vitjanina, bæði frá lærarum og næmingum.


Vitjanartøl fyri skúlaflokkar:
  Savnsfagnaður - hagtøl2
  Tilsamans vóru 65 skúlaflokkar, sjálsagt við ymiskum næmingatali í hvørjum. 19 fjórðufl., 22 fimtifl. og 24 sættuflokkar.
Savnsbúð
Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni. Les meira


Kaffistova við góðum útsýni
Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Opið er frá 10 til 17. Les meira


Skúlatænastan
Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira


Leita í savninum
“Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira


Framsýningar
Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira