Bønhúsfløta Nes Hvalba

12.01.10
Veðurlag og fornminni

Verkætlanin “Veðurlag og mentunararvur” undir Norðurlendska Ráðharraráðnum framleiddi ein film í sambandi við ST-veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn í desember.
Filmurin varð vístur á básinum hjá Ráðharraráðnum, har høvið eisini var at seta fram spurningar um veðurlag og mentunararv til Anne Kaslegard, verkætlanarsamskipara frá norska ríkisantikvarinum. 

   
 

Føroya Fornminnissavn luttekur í norðurlendsku verkætlanini, ið fer fram í tíðarskeiðinum 2008-2010. Tað er norski ríkisantikvarstovnurin, Riksantikvaren, ið leiðir norðurlendska samstarvið. 

Verkætlanin skal savna upplýsingar um, hvussu veðurlagsbroytingar kunnu fara at ávirka mentunararvin og gera metingar um møguleikar fyri at fyribyrgja avleiðingunum av væntaðu broytingunum í Norðurlondum. 

Verkætlanin leggur stóran dent á at sjónliggerga norðurlendska samstarvið og norðurlendska mentunararvin eins og at skapa ein felags boðskap og meiri ítøkilig tiltøk. Fimm parts-frágreiðingar verða skrivaðar – av teimum eru tvær tær fyrstu komnar upp á prent, hinar eru í gerð. Eisini fyriskipaði Riksantikvaren vegna verkætlanina norðurlendska ráðstevnu 12. november í Oslo um hesar spurningar, har eini 100 fólk luttóku. Verkætlanin hevur sína egnu heimasíðu, ið verður dagførd so hvørt, har til ber at fylgja verkætlanini – sí: www.ra.no/prosjekter/klima og kulturarv. 

Við støði í verkætlanini hevur Símun V. Arge, ið umboðar Fornminnissavnið í verkætlanini, skrivað grein í seinastu útgávuni av FRØÐI. Her viðgerð hann serliga ta hóttan, hækkandi sjógvur kann fara at hava á fornfrøðiliga mentunararvin í Føroyum. 

Sí eisini

 
  • Ráðstevna um veðurlag og mentanarminni. Les meira
 
  • Náttúra og mentanararvur sum tilfeingi í burðardyggari menning og vøkstri . Les meira
 
  • Norðurlanda Ráðharraráðið stuðlar veðurlagsverkætlan. Les meira
Savnsbúð
Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni. Les meira


Kaffistova við góðum útsýni
Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Opið er frá 10 til 17. Les meira


Skúlatænastan
Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira


Leita í savninum
“Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira


Framsýningar
Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira


Ársfrágreiðingin 2008
Les meira