 |
11.12.09
Mannabein úr Nesi í Hvalba tíðarfest
Tíðarfestingin gevur ábending um víkingaaldar garð á Bønhúsfløtu.
Tað var í mai mánað, at tíðindi bórust um, at ein smádrongur hevði funnið bein av fólki í bakkanum undir Bønhúsfløtu í Nesi í Hvalba.
|
 |
7. juli hevði heimasíðan hjá Føroya Fornminnissavni tíðindi um skrásetingar á staðnum. Tá var kortini óvist, um beinini høvdu samband við forna búseting har á staðnum. Eisini var tað ein spurningur, um beinini kundu hava samband við søgn á staðnum um írskar munkar, ið er knýtt at bønhús-navninum, og tí, um beinini kundu vera eldri enn úr víkingaøld.
Føroya Fornminnissavn hevur havt hesi bein til neyvari kanningar á Antropologisk Laboratorium á universitetinum í Keypmannahavn. Har varð staðfest, at talan er um bein av vaksnum fólki av óvissum kyni. Beinini eru partar av vinstra legg- og skinnabeini og brot av fótrótsbeini av sama fólki.
Tvær ferðir í summar hevur Føroya Fornminnissavn gjørt skrásetingar í lendinum. Staðfestar eru umfatandi bústaðarleivdir niðri á bakkanum vestur frá Fleksá. Har síggjast vallaðar leivdir eftir bygningum, ið liggja í fleiri umførum hvør oman á øðrum, mest lík einum heyggi. Umráðandi var tí at fáa staðfest, hvussu gomul beinini kundu vera. Eitt sýnið av skinnabeininum varð sent til kolevnis-14 tíðarfesting á Institut for fysik og astronomi á universitetinum í Århus.
Tíðarfestingin vísir greitt, at beinið er frá tíðini um ár 1000. Tað, at beinið er væl varðveitt, og at tey evni eru varðveitt í beinvenaðinum, ið eru ein fortreyt fyri, at tíðarfestingin skal vera so eftirfarandi sum gjørligt, ger, at henda tíðarfestingin er ógvuliga neyv. Hetta er fyrstu ferð, at ein tíðarfesting er gjørd, sum er tengd at einum av mongum plássum, sum bønhúsnavnið er knýtt at.
Beinini geva ábending um ein fornan grevstur ella kirkjugarð. Helst stóð kirkja ella bønhús í kirkjugarðinum. Um so er, eru fornminnini á Bønhúsfløtu dømi um ein garð við grevstri ella kirkjugarði við kirkju, har búleikast hevur verið um ár 1000 – tvs seint í víkingaøld.
|
| |
|
| |
|
|
Savnsbúð
Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni. Les meira
Kaffistova við góðum útsýni
Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Opið er frá 10 til 17. Les meira
Skúlatænastan
Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira
Leita í savninum
“Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira
Framsýningar
Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira
Ársfrágreiðingin 2008
Les meira |