 |
29.10.09
Forkunnug avhending
Amboð og lutir hjá kenda bátasmiðinum, Niclasi í Koltri, eru nú komin á Føroya Fornminnissavn.
Í allan oktober hevur Fornminnissavnið arbeitt við at fáa amboð og útgerð úr smiðjuni hjá Niclasi í Koltri til høldar. Niclas Í Koltri (1909-91) var helst kendasti bátasmiðurin í 20. øld. Hann var eisini kendur í útlondum fyri sítt framúr góða handverk og nærlagni, og tí er avhendingin av øllum tí, ið var á verkstaðnum í kjallaranum í húsinum hjá Elisabeth og Niclasi á Heygnum Mikla 14 í Havn, komið á Fornminissavnið.
|
 |
Elisabeth andaðist í summar, og sonurin Niclas, sum býr í Egersund í Noregi, hevur verið heima á vitjan. Tað er Niclasi fyri at takka, at smiðjan hjá pápanum í dag eru savnsgripir á Fornminnissavninum.
Millum hesar gripir eru mátistokkar, sveittakista, hvørvisteinur, plógbenkur, høvlar og øksir, knívar, klombur – í flestu førum amboð, ið Niclas í Koltri sjálvur hevur evnað til. Tað eru eisini amboðskassar og –kistur við útgerð. Niclas í Koltri smíðaði eisini nógvar kappróðrarbátar. Skabelónirnar eru eisini komnar á Fornminnissavnið. |
 |
Í øllum hesum, ið var á verkstaðnum, vóru eisini modellskip, ið Niclas gjørdi børnunum til spæls í hylinum úti í Koltri, Eiðisdammi nevndur. Her eru nýggju skip eftir. Hesi skip eru eisini forkunnugur fongur hjá Fornminnnissavninum. |
 |
Fornminnissavnið takkar Niclasi í Koltri yngra fyri at hava gjørt sær tann beina at lata Føroya Fornminnissavni eina fullkomna smiðju í varðveitslu. Gripirnir skulu nú reinsast og skrásetast og seinni sýnast fram. |
|
Savnsbúð
Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni. Les meira
Kaffistova við góðum útsýni
Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Opið er frá 10 til 17. Les meira
Skúlatænastan
Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira
Leita í savninum
“Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira
Framsýningar
Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira
Ársfrágreiðingin 2008
Les meira |