Myndasøla, prísir og rættindi
 
Føroya Fornminnissavn hevur eitt stórt myndasavn og í tí sambandi eisini eina myndasølutænastu. Vit selja bæði til privatfólk og fyritøkur.

Áheitanir um myndasølu ganga gjøgnum avgreiðslu stovnsins.

Tak niður bíleggingarblað við prísútrokning
Prísir fyri myndaavgreiðslu
Grundgjald   50 kr
Skanning pr eint. (uttan eftirviðgerð) Til ber at skanna tilfar, sum er í mesta lagi A4 stødd. Skannast kann við í mesta lagi 600 dpi.

Eftirviðgerð av skannaðum myndum, so sum at rætta kontrastir og taka burtur skøvur o.t., verður gjørt eftir rokning.
100 kr
Brenning á fløgu (pr fløgu)    100 kr
Fotokopi A4 s/h 210 mm 297 mm
A4 lit 210 mm 297 mm
A3 s/h 298 mm 420 mm
A3 lit 298 mm 420 mm
3 kr
9 kr
6 kr
18 kr
Umbiðið arbeiði pr tíma Leitan í savnindum, savnskanningar  250 kr
Avmyndan av savnindum Pr mynd 1.000 kr
 
Nýtslugjøld
   
Bøkur, tíðarrit, kunningarbløð og dagbløð Pr mynd inni í útgávu
Pr mynd á umslagi ella permu
 250 kr
1.000 kr
Lýsingar Lítil mynd
Hálv síða
Heil síða
Umslag ella perma
250 kr
500 kr
700 kr
1.000 kr
 
Framsýningar, sølustevnur o.a. (pr mynd) Avsláttur, um framsýningin er upplýsandi, og annars hevur søguligt innihald  200 kr
Umslag til fløgu, sjónband o.a.   1.000 kr
Internet - heimasíður  Prísur pr mynd pr ár  250 kr
Annað  Pr mynd  250 kr
Treytir fyri endurgerð
Eitt eintak av tí útgivna, har myndin kemur fyri, skal sjálvboðið og kostnaðarleyst sendast til: Føroya Fornminnissavn, Kúrdalsvegur 16, Postsmoga 1155, FO-110 Tórshavn.
 
Í tí útgivna skal týðuliga gerast vart við, at Føroya Fornminnissavn eigur myndina, og, um upplýsingarnar eru til skjals, nær myndin er tikin og hvør hevur tikið hana.
 
Loyvi til nýtslu av myndini verður einans givið til tað endamál, ið er avtalað (ávíst á faktura) og fevnir ikki um møguliga upphavsrætt myndatakarans ella arvinga.
 
Tilfarið má ikki endurnýtast ella latast triðjamanni uttan skrivligt samtykki frá Føroya Fornminnissavni.
 
Elektronisk goymsla av tilfarinum er bert loyvd í tíðarskeiðinum, elektronisk viðgerð í sambandi við framleiðsluna er neyðug, tvs. at øll talgild avrit skulu strikast eftir brúk.
Savnsbúð
Snotulig nýggj sølubúð er latin upp í samband við framsýningina í Brekkutúni. Les meira


Kaffistova við góðum útsýni
Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Les meira


Skúlatænastan
Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira


Leita í savninum
“Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira


Framsýningar
Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira


Ársfrágreiðingin 2008
Les meira