 |
17.05.13
Nýuppsetta felags framsýningin hjá Fornminnissavninum og Náttúrugripasavninum letur upp fríggjadagin 24. mai 2013 kl. 14.
Hoyvíksgarður letur upp mánadagin 3. juni. |

 |
19.10.12
Savnsfagnaðurin 2012 liðugur
Sera væl vitjað tiltak bæði innandura uppi í Brekkutúni og niðri í Útisavninum í Hoyvík. Mánadagin, týsdagin og fríggjadagin var keðiligt veður við vindi og regni. Men mikudagurin og hósdagurin gjørdust sera góðir.
Her eru nakrar myndir úr Útisavninum:
børn úti á akrinum, har skúlaflokkar hava velt korn
tey gera bond úr ull inni í roykstovuni
børnini og smiðurin práta um jarnsmíð
tey mala korn á kvørn
siga søgur í Hoyvíksgarði
ríða á føroyskum rossum
granska djór úr fjøruni

Meira um Savnsfagnaðin 2012 á: www.snar.fo |
|
|
10.10.12
Búsetingin í Koltri tíðarfest til 800-900 árini!
Tíðarfesting av brendum byggkornið frá fornfrøðiligum rannsóknum í Koltri er júst komin. Hon vísir, at búleikast hevur verið í býlinginum Heima í Húsi í Koltri í 800-900 árunum – t.v.s. longu tíðliga í víkingaøld. Les meira
|
 |
18.09.12
Heystið er komið, og framsýningarnar lata aftur
Broytingar verða í framsýningunum í vetur.
Náttúrugripasavnið stongir sína framsýning á Debesartrøð og flytir niðan til Fornminnissavnið.
Savnsfagnaðurin verður bæði í Brekkutúni 6 og í Útisavninum í Hoyvík - bæði inni og úti: Mánadag 15. okt. til fríggjadag 19. okt. kl. 11 - 16. Evnið í ár er ALDUR.
|
 |
11.05.12
Varðveitingararbeiðini upp á Múrin í Kirkjubø halda nú fram
Farið er nú undir niðurtøku av veðurverjuni
Sum liður í varðveitingartiltøkunum, sett vórðu út í kortið januar 2010 við góðkenning landsstýrismannsins við mentamálum, verður nú hildið á fram við at fremja ætlanirnar við konserveringstiltøkunum.
Les meira
|
 |
28.02.12
Dansibørn á hvalastøðini við Áir
Leygardagin 12. februar var stór innrás á gomlu hvalastøðini við Áir.
Tey knapt 500 fólkini fingu frágreiðingar, hugdu at bygningunum og økinum annars, og at enda slógu tey ring, áðrenn farið varð avstað.
Sí tíðindi
|
| |
Fleiri tíðindi |
|
Upplatingartíðir:
Nýuppsetta felags framsýningin hjá Fornminnissavninum og Náttúrugripasavninum letur upp fríggjadagin 24. mai 2013 kl. 14.
Hoyvíksgarður letur upp mánadagin 3. juni.
Søvn Landsins 340500
sí: www.savn.fo
Savnsbúð
Snotulig sølubúð í sambandi við framsýningina í Brekkutúni. Les meira
Kaffistova við góðum útsýni
Til ber at keypa ein kopp av kaffi og njóta hann á okkara hugnaligu kafe. Les meira
Skúlatænastan
Arbeiða tit við ávísum evnum, gera verkætlanaruppgávu ella vilja hava kunning um Føroya søgu? Les meira
Leita í savninum
“Savn” er ein talgild leitiskipan hjá teimum mentanarsøguligu søvnunum í Føroyum. Les meira
Framsýningar
Føroya Fornminnissavn hevur framsýningar í Brekkutúni 6 og á Heima á Garði í Hoyvík, sum er útisavn. Les meira

Far á eina virtuella víkingaferð
V-tal: 397784
Bank account:
Føroya banki,
6460 1558686
SWIFT/BIC-code: FIFBFOTX
IBAN-no:
FO73 6460 0001 5586 86
|